Vælkomin til heimasíðuna hjá kommunulæknunum í Vági »

Sjúkrarøktarfrøðingur okkara »

Margret Augustinussen er sjúkrasystir hjá kommunulæknunum í Vági. Margret tekur sær av ymiskum uppgávum sum t.d. at máta blóðtrýst, geva sproytu, viga o.a.

Heilsu fremjandi og sjúku fyribyrgjandi arbeiði »

Heilsurøktarfrøðingur okkara tekur sær av ymiskum, sum hon er útbúgving til, m.a. at máta blóðtrýst, geva sproytu og annað. Hetta sparir um tíðina hjá læknunum, so teir kunnu taka fleiri sjúklingar inn. Eisini kann sjúkrasystirin gera heilsu fremjandi og sjúku fyribyrjandi arbeiði. Til ber at fáa mált blóðtrýst, blóðsukur, kolesterol osfr. hjá sjúkrasystrini. Tú kanst bíleggja tíð hjá skrivaranum. Vit meta tað vera sera týdningarmikið at fyribyrgja sjúkur, tað hevur minst líka stóran týdning sum at viðgerða sjúkurnar, tá tær eru komnar. Her hugsa vit serliga um tær sokallaðu vælferðar sjúkurnar sum eitt nú týpa 2 sukursjúka (diabetes mellitus typa 2). Hetta slag av sukursjúku kann fyribyrgjast við at eta heilsugóðan kost og við at vera kropsliga virkin. Tey sum longu hava fingið sukursjúku kunnu fáa vegleiðing frá kostráðgeva á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 


Ymiskt »

Felags vaktlæknaskipan fyri alt Føroyar

1. februar 2011 kom nýggj skipan í gildi fyri Suðuroynna og Sandoynna viðvíkjandi Vaktlæknaskipanini. Nú er skipanin felags fyri alt landið, og øll skulu ringja telelfon 1870 óansæð hvar í landinum tey búgva.

 

Kunningarskriv til sunnaru helvt av Suðuroy »

Vit hava sent kunningarskriv til øll húski í Suðuroyar syðru helvt. Í 2007 fingu vit nýggja telduskipan, talan er um eina talgilda heilsu skipan (THS). Okkum tørvar upplýsingar frá viðskiftafólki okkara um m.a. telefonnummar, fartlf., teldupost adressu, upplýsingar um heilivág, læknaordinerað krem osfr.
Les brævið við at trýsta her.
 


Ikki fastan lækna »

Í Vági hava vit tað skipan, at fólk ikki velja sær ein ávísan kommunulækna. Dorrit Bech Joensen og Anne-Birgitte Dahl Hansen eru felags um sjúklingarnar/brúkararnar í syðru helvt av Suðuroynni. Tær báðar og læknarnir á Tvøroyri skiftast eisini um at hava vakt eftir vanliga viðtalutíð, tvs. eftir kl. 14 og í vikuskiftum og halgidagar.


 

 

www.lakni-vagur.com •  tlf. 663020 • Læknavaktin 1870 • fax 373135

© 2010 • Kommunulæknarnir • Heilsumiðstøðin • Vágsvegur 77 • FO-900 Vágur • Føroyar • vagur@kl.fo

Kommunulæknin tlf. 663020

Læknavaktin tlf. 1870 (akutt, eftir viðtalutíð)

Kl. 8-9 læknarnir telefontíð (akutt og eftir avtalu, t.d. um úrslit av royndum vm.).

Kl. 9-12 bílegg tíð, resept v.m.

Teldupost: vagur@kl.fo

Kommunulæknarnir í Vági