Aftur til forsíðu

LÆKNAMIÐSTØÐIN Í VÁGI

 

MAJ 2008

 

TIL ØLL HÚSKI Í SUÐUROYAR SUNNARI HELVT

 

Í samband við at kommunulæknarnir hava fingið nýggja telduskipan í 2007, sokallað THS (talgild heilsu skipan) ynskja vit at tryggja okkum, at vit hava allar upplýsingar sum okkum tørvar, fyri at tryggja eina so góða tænastu sum gjørligt.

 

Tað okkum tørvar er:

 

1. Heimatelefonnr./fartelefonnr./teldupost hjá øllum í húsinum og hjá nærmast avarandi.

 

2. Fast medicin hjá øllum í húsinum. Tablettir og styrki á hesum, ella evt. creme.

 

3. Ovurviðkvæmi

 

Vinarliga ringið 373030/373844 millum kl. 9-12 ella støkkið inn á gólvið á Læknamiðstøðini millum kl. 13-15.

 

Best hevði verið um 1 persónur frá hvørjum húski hevði kunnað upplýst okkum um omanfyristandandi.

 

Vinarliga

 

Anne Birgitte Dahl-Hansen, lækni                                                                Dorrit Bech Joensen, lækni

 

lakni@vagur.fo

www.lakni-vagur.com

 

Omanfyri sæst kunningarskriv sum kommunulæknarnir og Vágs Kommuna hava sent til øll húski í syðru helvt av Suðuroy, tvs. til bygdirnar Sumba, Lopra, Akrar, Vágur, Nes, Porkeri og Hov.

Aftur til forsíðu