Vælkomin til heimasíðuna hjá kommunulæknunum í Vági »
Kommunulæknin í Vági nýtt telefonnummar
Kommunulæknarnir í Vági hava fingið nýtt telefonnummar í september 2010. Nú er bara eitt felags nummar til báðir læknarnar og tað er 66 30 20. Telefontíðirnar eru tær somu sum vanligt. Suðuroy og Sandoy eru nú við í felags læknvaktarskipanini sum er fyri alt Føroyar. Suðuroyingar sum hava tørv á læknahjálp, sum ikki kann bíða til viðtalan hjá kommunulæknanum letur upp skulu framyvir ringja telefon 1870. Um tørvur er á sjúkrabili beinavegin er nummarið framvegis 112.
Telefontíðir o.a.
Kl. 8-9 Ring til læknan - akutt ella sambært avtalu. Tíðin millum 8 og 9 er til fólk sum hava tørv á at tosa við læknan sjálvan, tað kann t.d. vera tí tú ella avvarandi eru akutt sjúk ella tú skal hava svar uppá onkra blóðroynd, røntgenmyndir ella aðrar royndir. Um tú skal bíleggja tíð til ikki akutta sjúku ella endurnýggja resept, bíða so við at ringja til eftir kl. 9, hetta fyri at tey sum veruliga hava tørv á at tosa við læknan, tí tey eru akutt sjúk ella skulu hava svar uppá ein prøva, lættari skulu sleppa ígjøgnum.
kl. 9-12 Bílegg tíð, resept v.m. Ring telefon 66 30 20
kl. 14-08 Læknavaktin, sum er felags fyri alt landið, svarar aftaná vanliga upplatingartíð hjá kommunulæknanum. Ring tlf. 1870 hetta tíðarskeiði. Ert tað okkurt heilt akutt, og tú metir, at best er at ringja eftir sjúkrabili beinanvegin, ring so 112.
Reseptir til heilivág
Um tú regluliga fær medisin, og vil hava reseptina endurnýggjaða, so er ikki neyðugt at tosa við læknan sjálvan. Reseptir, sum kommunulækni ella serlækni longu hevur ordinerað kunnu bíleggjast frá einum av skrivarum okkara Oddny Joensen (er í farloyvi) ella Sirið Olsen.
Ikki fastan lækna »
Í Vági hava vit tað skipan, at fólk ikki velja sær ein ávísan kommunulækna. Dorrit Bech Joensen og Anne-Birgitte Dahl Hansen eru felags um sjúklingarnar/brúkararnar í syðru helvt av Suðuroynni. Tær báðar og læknarnir á Tvøroyri skiftast eisini um at hava vakt eftir vanliga viðtalutíð, tvs. eftir kl. 14 og í vikuskiftum og halgidagar.
|