Vælkomin til heimasíðuna hjá kommunulæknunum í Vági »
Telefontíðir o.a.
kl. 9-12 Bílegg tíð, endurnýggja resept v.m. Tú kanst eisini senda okkum teldupost ístaðin fyri at ringja. Vit avgreiða teldubrøv hvønn dag.
Kl. 8-9 Ring til læknan - akutt ella sambært avtalu. Tíðin millum 8 og 9 er til fólk sum hava tørv á at tosa við læknan sjálvan, tað kann t.d. vera tí tú ella avvarandi eru akutt sjúk, ella tú skal hava svar uppá onkra blóðroynd, røntgenmyndir, skannara ella aðrar royndir. Um tú skal bíleggja tíð til ikki akutta sjúku ella endurnýggja resept, bíða so við at ringja til eftir kl. 9, hetta fyri at tey sum veruliga hava tørv á at tosa við læknan, tí tey eru akutt sjúk ella skulu hava svar uppá ein prøva, lættari skulu sleppa ígjøgnum.
kl. 14-08 Læknavaktin svarar aftaná vanliga upplatingartíð. Ring tlf. 1870 hetta tíðarskeið. Ert tað okkurt heilt akutt, og tú metir, at best er at ringja eftir sjúkrabili beinanvegin, ring so 112.
Bílegg tíð ella endurnýggja resept við telduposti
Tú ert vælkomin at senda okkum teldubræv á vagur@kl.fo um tú vil bíleggja tíð ella endurnýggja resept til heilivág. Minst til at skriva viðkomandi upplýsingar sum lætta um hjá okkum, so vit kunnu veita tær best møguliga tænastu.
Tá tú bíleggur tíð til viðtalu við telduposti skal tú minnast til at:
Skriva navn, bústað, føðingardag og telefonnummar. Hvørji sjúkueyðkenni tú hevur ella hvat slag av kanning tað snýr tað seg um. Tað er sjálvandi ikki vist, at tú veitst, júst hvørja kanning tær tørvar, men í fleiri førum vita fólk frammanundan, hvørja kanning tey hava brúk fyri. Tað kann eitt nú vera kanning til: læknaváttan til koyrikort, læknaváttan til umsókn um fyritíðarpensjón, læknaváttan til arbeiðsgevara vegna óarbeiðsføri, læknaváttan til trygginarfelag, læknaváttan til Almannastovuna osfr. Um vit frammanundan vita, júst hvørja kanning tær tørvar, so kunnu vit seta tað røttu tíðina av til tín og harvið veita tær ta bestu tænastuna.
Tá tú bíleggur tíð til endurnýggjan av resept við telduposti skal tú minnast til at:
Skriva navn á heilivági, títt navn, bústað, føðingardag og telefonnummar.
![]() |
| |
Ymiskt »
Kommunulæknin í Vági nýtt telefonnummar
Kommunulæknarnir í Vági hava fingið nýtt telefonnummar í september 2010. Nýggja nummarið er 663020. Telefontíðirnar eru tær somu sum vanligt. Vaktlæknin í Suðuroy hevur eisini fingið nýtt telefonnummar, tað er nú felags við restina av Føroyum, fólk skulu ringja nummar 1870 um tey hava tørv á bráfeingis læknahjálp í tíðarskeiði har læknaviðtalan ikki hevur opið.
Reseptir til heilivág »
Um tú regluliga fær medisin, og vil hava reseptina endurnýggjaða, so er ikki neyðugt at tosa við læknan sjálvan. Reseptir, sum kommunulækni ella serlækni longu hevur ordinerað kunnu bíleggjast frá skrivara okkara Marit Hansen ella við at skriva teldubræv til kommunulæknan á teldupost adressuni: vagur@kl.fo si frágreiðing her á síðuni, um hvørjir upplýsingar vit ynskja í teldubrævinum.
Læknarnir felags um sjúklingar »
Í Vági hava vit tað skipan, at fólk ikki velja sær ein ávísan kommunulækna. Dorrit Bech Joensen og Anne Birgitte Dahl-Hansen eru felags um sjúklingarnar/brúkararnar í syðru helvt av Suðuroynni. Tær báðar og læknarnir á Tvøroyri skiftast eisini um at hava vakt eftir vanliga viðtalutíð, tvs. eftir kl. 14 umframt alt døgnið í vikuskiftum og halgidagar.
| |
|