Vælkomin til heimasíðuna hjá kommunulæknunum í Vági »
Kommunulæknin í Vági nýtt telefonnummar
Kommunulæknarnir í Vági hava fingið nýtt telefonnummar í februar 2009. Nú er bara eitt felags nummar til báðir læknarnar og tað er 663020. Telefontíðirnar eru tær somu sum vanligt.
Kunningarskriv til sunnaru helvt av Suðuroy »
Vit hava um miðjan mai 2008 sent kunningarskriv til øll húski í Suðuroyar syðru helvt. Í 2007 fingu vit nýggja telduskipan, talan er um eina talgilda heilsuskipan (THS). Okkum tørvar upplýsingar frá viðskiftafólki okkara um m.a. telefonnummur, fartlf., teldupost adressu, upplýsingar um heilivág, læknaordinerað krem v.m.
Les brævið við at trýsta her.
Kunning til foreldur
Nakað av kunning um barnasjúkur, barnakanningar og vaksinatiónir til børn er lagt á síðuna Børn.
Heilsu fremjandi og sjúku fyribyrgjandi arbeiði
Heilsurøktarfrøðingur okkara tekur sær av ymiskum, sum hon er útbúgving til, m.a. at máta blóðtrýst, geva sproytu og annað. Hetta sparir um tíðina hjá læknunum, so teir kunnu taka fleiri sjúklingar inn. Eisini kann sjúkrasystirin gera heilsu fremjandi og sjúku fyribyrjandi arbeiði. Til ber at fáa mált blóðtrýst, blóðsukur, kolesterol osfr. hjá sjúkrasystrini. Tú kanst bíleggja tíð hjá skrivaranum. Vit meta tað vera sera týdningarmikið at fyribyrgja sjúkur, tað hevur minst líka stóran týdning sum at viðgerða sjúkurnar, tá tær eru komnar. Her hugsa vit serliga um tær sokallaðu vælferðar sjúkurnar sum eitt nú týpa 2 sukursjúka (diabetes mellitus typa 2). Hetta slag av sukursjúku kann fyribyrgjast við at eta heilsugóðan kost og við at vera kropsliga virkin. Tey sum longu hava fingið sukursjúku kunnu fáa vegleiðing frá kostráðgeva á Suðuroyar Sjúkrahúsi. |
|
Ymiskt »
Vaktlæknin nummar 1870 felags fyri alt landið
Frá 1. februar 2011 er vaktlæknin nú felags fyri alt landið. Fyrr var Suðuroyggin, Sandoyggin og oyggjarnar sum hoyra til Sandoyar Sýslu uttanfyri vaktlæknaskipanina sum annars var galdandi fyri restina av landinum. Men nú er hetta broytt og øll skulu nú ringja til sama nummar eftir vanliga arbeiðstíð, tvs. í vikuskiftinum, um kvøldarnar vm. tá tørvur er á bráfeingis læknahjálp, sum ikki kann bíða til vanliga viðtalutíð hjá kommunulæknanum.
Nýtt telefonnummar
Kommunulæknarnir fingu nýtt telefonnummar, tá Vágs Kommuna skifti veitara, men nú hava læknarnir gjørt av at skifta veitara enn einaferð, og tíverri fyri viðskiftafólki verður nummarið skift, tá ein skiftur veitara. Nýggja telefonnummarið er 663020.
Nýggj t-post adressa
Kommunulæknarnir í Vági hava fingið nýggjan teldupost bústað: vagur@kl.fo
Ikki fastan kommunulækna
Í Vági hava vit tað skipan, at fólk ikki velja sær ein ávísan kommunulækna. Dorrit Bech Joensen og Anne-Birgitte Dahl Hansen eru felags um sjúklingarnar/brúkararnar í syðru helvt av Suðuroynni. Tær báðar og læknarnir á Tvøroyri skiftast eisini um at hava vakt eftir vanliga viðtalutíð, tvs. eftir kl. 14 og í vikuskiftum og halgidagar.
Læknarnir í Vági eru:
Dorrit Bech Joensen, kommunulækni
Anne Birgitte Dahl-Hansen, kommunulækni
| ivagur@kl.fo |
|